Tá tú hittir ein blindan, sig tá hvør tú ert. Tað er ikki altíð líka lætt at gita, hvør tað er sum sigur "Hey".
Nýt orð sum "hygg" og "vit síggjast" natúrliga. Tað gera tey blindu eisini.
Tað er Nudlavirkið, ið hevur ment hugskotið og staðið fyri framleiðsluni í samstarvi við Friisframe, ið tók sær av film og klipping. F.H. Studio hevur ment ljóðmyndirnar og Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað.
Føroya Blindafelag ynskir at takka P/F Wenzel, Árstíðunum, FK, Norðurlandahúsinum, Sjóndeplinum og øllum hjálparfólkunum fyri hjálpina í sambandi við filmingina.